Í gjár vóru vit til sera áhugavert tiltak, sum áhugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum skipaði fyri. Evni sum "Hvør er framtíðin" og "Hvat skulu børnini dannast til", vóru tikin upp. Vit hoyrdu framløgur frá 3 leiðarum á dagstovni, um m.a. hvørjar avbjóðingar eru á dagstovni í dag.

Burðardygt dannilsi
KOM VIÐ!
Minst til at seta x í kalendaran, tí vit fara at skipa fyri einum sera spennandi skeið í januar. Høvuðsevnið er burðardygd, og fara vit í felag at menna burðardygt virksemi.
Tit læra, reflektera og fáa íblástur saman við øðrum.
• Hvussu kunnu vit arbeiða við burðardyggum dannilsi?
• Fokus er á náttúru og endurnýtslu
Fyrsti undirvísingardagur er 13. januar 2026 frá kl. 9.00-15.00, síðan hittast vit aftur 3 ferð á 1 ½ t at sparra, deila vitan og læra. Hetta verður 3. feb-24. feb og 17. mars. Á hesum døgunum byggja vit víðari, og hava vit eisini stutta undirvísing, har tit fáa vitan og íblástur.
Endamál: á skeiðnum fáa tit møguleika at hitta onnur starvsfólk við sama áhuga, og saman við øðrum læra tit at arbeiða við burðadyggum dannilsi. Skeiðið er skipað við framløgu, bólkaarbeiði, refleksión og arbeiði í praksis úti á stovninum, har tit eisini dokumentera tykkara arbeiði.
Vit ynskja at arbeiða í minni bólki tí eru avmarka pláss, tó er møguligt at skipa fyri fleiri bólkum aðrar dagar.Skeiðið er ætla fólki sum arbeiða við børnum.
Undirvísarar eru Elin N. W. Tausen og Birita Arge
Kostnaður er 1.950 kr fyri hvønn luttakara, tað er við døgurða, kaffi/te og frukt.
Stað: Hugla, Karlamagnusarbreyt 22, 188 Hoyvík
Tilmelding innan 23. november 2025 á hugla@hugla.fo viðmerk navn á luttakara.

SKEIÐ Í REGENERATIVARI LEIÐSLU
Hvat er regenerativ leiðsla og hvussu kann eg brúka leiðslu háttin?
1. oktober fara vit at bjóða tær á eitt sera áhugavert skeið. Á skeiðnum fært tú nýggjastu vitanina innan leiðslu.
Í dag eru tað fleiri og fleiri sum gerast strongd og útbrend. Tí mugu vit gera nakað annað enn tað sum vit gera nú. Vit mugu hugsa bæði í tað innara og uttara økosystemið, hetta merkir at vit mugu skapa balansu, og geva meira enn vit taka.
Skeiðið er frá kl. 9.00-12.00 og kostar 900 kr. Við í prísinum er kaffi/te og okkurt afturvið.
Vilt tú við so er at tilmelda skjótast gjørligt á hugla@hugla.fo
Undirvísari er Birita Arge, hon er royndur leiðari og undirvísari, og granskar m.a. í leiðslu
Skeiðið er fyri leiðarar innan øll øki.

Nú er aftur tíð at kjósa ársins grøna stovn og skúla. Hetta er 4. ferð at hesin heiðurin verður latin av Hugla. Heiðurin fer til 1 stovn og 1 skúla, sum tilvitað arbeiðir við tilvitsku hjá børnum og starvsfólki, í mun til náttúru, umhvørvið og endurnýtslu. Í hesum sambandi hava vit brúk fyri tíni hjálp til at finna ein stovn og skúla, sum tú heldur hevur uppiborið hesa viðurkenning. Send okkum eini boð ella teldupost, við frágreiðing um hví tú heldur, at hesin skúlin ella stovnurin hevur uppiborið heiðurin. Seinasta freist er 15. september kl. 24.

HUGLA er ímillum tey 8 sum eru í uppskoti at vinna norðurlanda ráðsins umhvørvis virðisløn 2025
Vinnarin verður kunngjørdur 21. oktober. Les meira um virðislønina á:
https://www.norden.org/da/news/her-er-de-nominerede-til-nordisk-raads-miljoepris-2025
Ársins grøni stovnur og skúli 2024

Í ár vunnu Lítliskúli og Frítíðarskúlin í Lítlaskúla heiðurin :)
Hjartaliga tillukku!

Á Vísindavøku sum granskingaráðið skipar fyri, hevði Birita Arge framløgu um hennara Ph.d. verkætlan sum er um Leiðslu og dygd á føroyskum dagstovnum, framløgan kann síggjast her:
https://kvf.fo/sjon/sending/visindavoka-fyrilestrar?sid=187025

Nú er møguligt at bílegga fyrilestur um nýggjastu granskingina, sum er gjørd um leiðslu og dygd á føroyskum dagstovnum.

Skála skúli og Miðgarður ársins grøni stovnur og skúli 2023
Í dag handaði Birita Arge forkvinna í Hugla leiðaranum á Miðgarði og skúlastjóranum í Skála Skúla hvør sína Huglu. Heiðurin er givin, tí hesi gera eitt gott arbeiði á grøna økinum. Arbeitt verður miðvíst við grønum vanum og at skapa tilknýti til náttúruna ígjøgnum námsfrøðiliga arbeiði og sum part av undirvísingini. Arbeitt verður við endurnýtslu á ymiskan hátt og at avmarka tilfarsnýtslu og rusk. Tey fingu hvør sína Huglu, sum er tekin um umsorgan fyri menniskjum og umhvørvi.
Hjartaliga tillukku Miðgarður Dagstovnur og Skála Skúli