HUGLA

Søgan:  Remida Føroyar byrjaði við felags endurnýtslu verkætlanum í 2014. Í verkætlanunum luttóku skúlar og stovnar, sum møttust javnan at menna verkætlanir, sum vóru framvístar í býnum. Endamálið við verkætlanunum var at síggja møguleikar at endurnýta í námsfrøðiligum arbeiði, og skipa verkætlanir við spennandi kreativtum virksemi, har m.a. fokus var á eina fjølbroytta menning í einum demokratiskum umhvørvi. Ein av verkætlanunum “Ævintýraheimur í Viðarlundini”, vann grønu gávuna frá Etika.

Í 2020 bleiv navnið broytt til Hugla. Hugla byrjaði at savna endurnýtslu tilfar frá vinnuni og øðrum at brúka í námsfrøðiligum arbeiði, og hevur tað verið til gleði fyri skúlar, stovnar og familjur, sum komu inn í høli á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, at skapa úr endurnýtslu tilfari, og fáa undirvísing um hvussu endurnýtsla kann brúkast í n´ámsfrøðiligum arbeiði.  

Hugla hevur nú í fleiri ár skipað fyri undirvísing innan fleiri ymisk øki, fyri stovnum og skúlum. Eisini hevur Hugla luttikið á Heystfagnaði við endurnýtsluverkstaði og á hvørjum ári finnur Hugla “Ársins grøna stovn og skúla”, sum verða heiðra við eini Huglu. Vit hava gjørt heimildarfilm um fyrstu vinnararnar av kappingini. Filmurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum og kann síggjast her https://youtu.be/MelY8WeVsXw?si=xlZ8XIBiw3_-VzAE.


 






.